- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seinasti framløgudagur er í morgin
Seinasti framløgudagur er í morgin
Uppskotini, sum verða løgd fram, fáa fyrstu viðgerð í næstu viku

Mál, sum skulu avgreiðast í hesari tingsetuni, skulu leggjast fram í morgin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
06.03.2025 - 08:25
Í morgin er seinasti framløgudagur í løgtinginum.
Mál, sum skulu avgreiðast í hesari tingsetuni, skulu leggjast fram í morgin.
Til ber tó at koma við uppskotum eftir, at hendan freistin er farin.
Men tá krevst undirskift frá minst 17 tingfólkum.
Uppskotini, sum vera løgd fram í morgin, skuldu vera á løgtingsskrivstovuni í seinasta lagi 21. februar.
Tingfundur er so fimm teir fyrstu dagarnar í næstu viku, tá tingmálini, sum koma í morgin, fáa fyrstu viðgerð.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV