Stytta arbeiðsvikan hongur í klønum tráð

Stytta arbeiðsvikan hongur í klønum tráð
Ruth Vang, landsstýriskvinna, sigur, at vallyfti skulu fíggjast. Løgmaður ásannar, at trupult er at fáa semju millum partarnar um málið
Trupult er at fáa semju um at stytta arbeiðsvikuna. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
05.03.2025 - 09:30

Eitt av vallyftunum hjá Javnaðarflokkinum - at stytta arbeiðsvikuna - hongur eftir øllum at døma í einum klønum tráð.

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, segði í Breddanum í gjár, at skulu vallyfti gerast til veruleika, skulu tey fíggjast. 

 

Ruth Vang. (Mynd: Bárður Lydersen.

 

Aksel V. Johannesen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur ikki verið tøkur til samrøðu, men hann skrivar í sms-boðum, at landsstýrið arbeiðir við MVG-frítøku av gerandisvørum, og uppskotið verður væntandi lagt fyri tingið eftir ólavsøku.

Málið um styttri arbeiðsviku er trupult at fáa semju um millum partarnar, skrivar løgmaður, men Umhvørvismálaráðið arbeiðir við málinum, leggur hann aftrat.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

05042025_Stytt_arbeidsvika


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Mikudag 5. mars
LEITISSTEIN 04.03.2025
188686
Mikudag 5. mars
Góðan morgun Føroyar
188678
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646