Velja nýtt landsstýrisfólk í hesi vikuni

Velja nýtt landsstýrisfólk í hesi vikuni
Hvør verður nýtt landsstýrisfólk í fiskivinnu- og samferðslumálum fyri Dennis Holm, er ikki greitt, men sum skilst, verður tað helst ein úr tingmanningini
Dennis Holm er komin aftur í tingið, nú hann hevur lagt frá sær sum landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.03.2025 - 12:59

Nýtt landsstýrisfólk í fiskivinnumálum verður helst funnið hesa vikuna.

Tað siga keldur, sum Kringvarpið hevur tosað við.

Eftir at Dennis Holm hósdagin í farnu viku bað løgmann loysa seg úr starvinum sum landsstýrismaður, skal nýtt fólk seta seg í sessin.

Landsstýrismálanevndin kunngjørdi mikudagin niðurstøðu sína, at Dennis Holm hevði ikki neyðuga lógarheimild til at broyta kunngerðina um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti í 2024, soleiðis at ein partur av svartkjaftakvotuni varð gjørdur til felagskvotu við hámarki.

- Ta niðurstøðuna taki eg til eftirtektar. Fyri at tryggja politiskan arbeiðsfrið, eru vit komnir ásamt um, at best er, at landsstýrismaðurin leggur frá sær, stóð í boðum frá Akseli V. Johannesen,  løgmanni, hósdagin.

 

Helst onkur í tingmanningini

Hvør verður nýtt landsstýrisfólk í Fiskivinnumálum er ikki greitt, men sum skilst, verður tað helst ein úr tingmanningini.

Í tinginum fyri Tjóðveldi eru í løtuni Eirikur í Jákupsstovu, Annika Olsen, Hervør Pásldóttir, Bjørt Samuelsen, Liljan Weihe og so Dennis Holm, sum kom aftur í tingið, eftir at hann fór frá sum landsstýrismaður.

Sum skilst, er ætlanin at Fiskimálaráðið fær nýtt landsstýrisfólk hesa vikuna.

Vit hava ringt til Sirið Stenberg, forkvinnu í Tjóðveldi, men hon svarar ikki telefonini.

Í sms-boðum sigur hon seg vóna, at alt er avgreitt innan eina viku.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Mikudag 5. mars
LEITISSTEIN 04.03.2025
188686
Mikudag 5. mars
Góðan morgun Føroyar
188678
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646