- Tíðindi, mentan og ítróttur
Einki skrivligt tilfar um sektaruppskotini
Løgmálaráðið hevur einki skrivligt tilfar um sektaruppskotini, sum Føroya Tele hevur fingið frá Kappingarráðnum.
Tað sigur Løgmálaráðið, nú Kringvarpið bað um innlit í málið um sektaruppskotini og um frákoyrda stjóran.
Einasta skjal um tað, sum er hent í Føroya Tele, er frásøgn um fund millum landsstýrismannin í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen, og Bjarna Arnason, nevndarformann, um stjóran í Føroya Tele, sum er koyrdur.
Bjarni Arnason er nevndarformaður í Føroya Tele.
Nevndarformaðurin kunnaði landsstýrismannin um, at nevndin hevði tikið avgerð um at koyra stjóran, Jan Ziskasen, frá.
Nevndarformaðurin boðaði samstundis frá, at tað var ein samd nevnd.
Nevndarformaðurin greiddi eisini frá, at innanhýsis mannagongdin í Føroya Tele um málið var, at bara hann, altso nevndarformaðurin, úttalaði seg alment.
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, varðar av almenna partafelagnum Føroya Tele. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Tók boðini til eftirtektar
Føroya Tele fer undir eina tilgongd við at endurskoða ávísar mannagongdir í felagnum, fekk landsstýrismaðurin eisini at vita.
Landsstýrismaðurin tók boðini til eftirtektar og umrøtt var stutt, hvussu málið kundi handfarast í miðlunum.
Landsstýrismaðurin boðaði frá, at hann helt armslongd til nevndina um málið.
Á fundinum fyri einari viku síðani vóru eisini Nella Festirstein, aðalstjóri í Løgmálaráðnum, Pól Egholm, aðalstjóri í Umhvørvismálaráðnum, og Hannus Petersen, fulltrúi í Løgmálaráðnum, sum hevur skrivað fundarfrásøgnina.
Fundarfrásøgnin er skrivað fríggjadagin 22.september klokkan hálvgum eitt.
Fyrrapartin tann dagin kom tíðindaskriv um, at Jan Ziskasen var farin frá.