KvF: Tríggjar umsóknir til tíðindaleiðarastarvið

KvF: Tríggjar umsóknir til tíðindaleiðarastarvið
Umsóknirnar verða viðgjørdar í aðru viku
Starvið sum tíðindaleiðari verður sett skjótast til ber, sigur kringvarpsstjórin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.09.2023 - 12:20

Tríggjar umsóknir eru tíðindaleiðarastarvið í Kringvarpinum, sum var leyst fyri góðum mánaði síðan.

- Enn er ikki greitt, nær nýggi tíðindaleiðarin verður settur, men ætlanin er at seta starvið so skjótt til ber, sigur Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpinum.

Umsóknirnar verða viðgjørdar í aðru viku.

Tað er ein góður mánaður síðani, at Georg L. Petersen segði seg úr starvi sum tíðindaleiðari, eftir at hava røkt starvið í fýra ár.

Georg L. Petersen er virkandi tíðindaleiðari, til nýggjur er settur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV