Landsbankin ávarar ímóti at hækka markið fyri mótrokning

Landsbankin ávarar ímóti at hækka markið fyri mótrokning
Rokningin verður send komandi ættarliðum, sigur Malan Johansen, landsbankastjóri
Malan Johansen, landsbankastjóri.
 
05.09.2023 - 14:02

Samgongan ætlar at endurskoða markið fyri, nær tú sum pensjónistur verður mótroknaður. Í dag er markið 40.000 krónur.

- Tað fær neiliga ávirkan á búskapin og haldførið, um markið fyri mótrokning verður hækkað, sigur Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum:

 

Malan_1

 

Rokningin verður send komandi ættarliðum, um einki verður gjørt, sigur landsbankastjórin:

 

Malan_2

 

Hesi fimm skiftu orð um pensjón og mótrokning í Breddanum fyrrapartin. 

 

Haldføri, pensjónsaldur og mótrokning í fólkapensjónini var evnið í Breddanum fyrrapartin.

Í trivnaðarnevndini er meirluti fyri at markið verður hækkað - tað vil siga, at pensjnistar kunna arbeiða meira´, áðrenn teir vera mótroknaðir. 

Stóð tað upp til Sambandsflokkin, skulu pensjónnistar als ikki mótroknast, sigur Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin og limur í trivnaðarnevndini.

 

Hækkast upp í 90.000 kr. 

Jørgen Niclasen, formaður í trivnaðarnevndini, heldur ikki at mótrokningin skal strikast, men markið fyri, nær tú verður mótroknaður, skal hækkast upp í 90.0000 kr.

Samgonguflokkarnir, Framsókn og Javnaðarflokkurin, halda at markið fyri, nær tú verður mótroknaður, skal hækkast, men Liljan Weihe fyri Tjóðveldi heldur, markið skal ikki broytast.

Allur Breddin kann hoyrast her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109