- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aggrasoppar ganga í fótasporunum hjá The Beatles
Í apríl vann Aggrasoppar tónleikakappingina Sement í Reinsarínum í Havn.
Tað hevði við sær, at bólkurin slapp at luttaka á stóra danska showcase-festivalinum SPOT í Aarhus.
Eina viku eftir SPOT-festivalin stóðu tey í Aggrasoppum tvær ferðir á pallinum til The Great Escape í Brighton í Onglandi.
Á G! festivalinum bleiv loyniliga konsertin hjá Aggrasoppum í Fjósinum í ár ein konsert, ið stór útlendskt tíðarrit, eitt nú Variety, framhevjaðu sum eina ta bestu á G! í ár.
Nú er eisini greitt, at Aggrasoppar ganga í fótasporunum hjá The Beatles niður til Reeperbahn gøtuna í Hamburg. The Beatles spældu í fleiri ár í dansistøðum á Reeperbahn gøtuni, áðrenn bólkurin fekk sítt gjøgnumbrot.
Aggrasoppar hava nevniliga fingið pláss á stóra Reeperbahn Festival í Hamburg, sum verður 20. til 23. september.
Harumframt hava Aggrasoppar eisini undirskrivað eina altjóða bókingarsáttmála við viðurkenda franska felagið Voulez Vous Danser.
Ein av størstu showcasefastivalum í Evropa
Reeperbahn Festival er ein av teimum størstu og týdningarmestu showcasefestivalunum í Evropa.
Festivalurin savnar tónlistafólk og tónleikavinnu úr øllum heiminum og fer fram á tí legendarisku høvuðsgøtuni kring Reeperbahn í Hamburg frá 20. til 23. september.
Aggrasoppar eru fyribils settir til at spæla leygarkvøld.
Umframt konsertirnar eru fleiri pallborð og fundarvirksemi, og festivalurin er kendur fyri at fáa nýggj nøvn fram.
Í 2022 spældu Brimheim og Joe & The Shitboys á Reeperbahn festivalinum.
Áhugi longu í fjør
Tað var longu greitt á G! festivalinum í fjør, at Reeperbahn festivalurin hevði áhuga fyri Aggrasoppum.
Ein av bókarunum fyri festivalin, Ariane Mohr, var á G! festivalinum, og hon gleddi seg allarmest til at hoyra Aggrasoppar á G!.
Spurd hví júst Aggrasoppar, ið syngja og rappa á føroyskum, vóru so áhugaverdir, svaraði Ariane Mohr, at Aggrasopparnir vóru øðrvisi, og at orkan og villskapurin hugtóku hana.
Spentir soppar
Limirnir í Aggrasoppum, Eyðfinn Bogason Lamhauge, Dania O. Tausen og Trygvi Danielsen, fegnast almikið um stóru tíðindini.
"Vit soppar eru øgiliga spentir um framtíðina, nú stórar konsertir eru fyri framman á festivalunum Reeperbahn í Hamburg og á øðrum spennandi festivalum, sum ikki eru kunngjørdir enn," sigur Trygvi Danielsen.
"Tað er sovorðið, ein altíð hevur droymt um. Haraftrat hava vit skrivað undir við bókingarfelagið Voulez Vous Danser, sum m.a. hoyrdi okkum spæla á G! festivalinum og hevur boðið sær til at umboða okkum. Hetta er eitt fantastiska spennandi samstarv, ið letur nógvar hurðar upp, sum vit gleða okkum at trína um. Framtíðin kennist ljós."
>>HOYR EISINI: 13. desember 2022 vóru Aggrasoppar samvertir í LEITISSTEIN