Kuwait bannar Barbie-filminum

Kuwait bannar Barbie-filminum
Almenna frágreiðingin í Kuwait fyri at banna Barbie-filminum er, at hetta er fyri at "verja landsins almenna etikk og sosialu siðvenjur"
Í filminum Barbie við Margot Robbie í høvuðsleiklutinum eru siðbundnu kynsleiklutirnir mestsum býttir um
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
10.08.2023 - 16:00

Kuwait hevur bannað øllum sýningum av filminum "Barbie". Tað skrivar Reuters.

Eitt talsfólk hjá kuwaitisku stjórnini sigur sambært Al Jazeera, at "filmurin ber fram hugsanir og sjónarmið, sum eru fremmand fyri kuwaitiska samfelagið og almennu skipanina."

Í filminum Barbie við Margot Robbie í høvuðsleiklutinum eru siðbundnu kynsleiklutirnir mestsum býttir um.

Filmurin hevur fingið misjøvn ummæli.

Summi siga, at hann er niðurgerandi móti monnum, men onnur siga, at hann er stuttligur og hevur eisini ein álvarsligari boðskap undir allari satiruni.

Greta Gerwig hevur skrivað og leikstjórnað filmin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109