Bakkafrost eitt sindur minni vert í síðstu viku

Bakkafrost eitt sindur minni vert í síðstu viku
Partabrævið í Bakkafrosti fór knappliga 15 prosent niður 17.juli, eftir at Bakkafrost dagin fyri boðaði frá lakari úrsliti í øðrum ársfjórðingi enn áður hildið
Viðrið á Bakkfrosti lækkaði nakað í síðstu viku
Mynd: Ida Marie Odgaard/Rizau Scanpix  
 
07.08.2023 - 09:13

Partabrævið í Bakkafrosti gjørdist minni vert í síðstu viku.

Mánadagin endaði tað á 591,50 krónum. 

Týsdagin fór tað eitt sindur upp. Tá keypsskálin læt aftur kostaði partabrævið 597,00 kr.

Síðani er tað farið niðureftir.

 

579,50 krónur

Fríggjadagin var tað 579,50 krónur.

Talan er um norskar krónur og um miðaltøl.

Nøkur partabrøv vera seld fyri meira og onnur fyri minni enn tølini omanfyri.

Partabrævið í Bakkafrosti fór knappliga 15 prosent niður 17.juli, eftir at Bakkafrost dagin fyri boðaði frá lakari úrsliti í øðrum ársfjórðingi enn áður hildið.

Men tað fór eitt sindur uppaftur nakrar dagar seinni, og er síðani farið upp onkra dag og niðuraftur onkran annan dag.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109