- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grundvatn skal nýtast til almannagagnlig endamál
Ein kunngerð um, hvussu lógin um at gagnnýta grundvatn skal umsitast, er á veg.
Vinnumálaráðið hevur gjørt eitt uppskot, sum er sent til hoyringar.
Lógin kom í gildi 1. juni.
Sambært uppskotinum um kunngerð skal Jarðfeingi umsita lógina.
Alamannagagnlig endamál
Jarðfeingi kann geva landsstovnum, kommunum og interkommunalum felagsskapum loyvi at
gagnnýta grundvatn til almannagagnlig endamál, so sum orkuveiting og kommunala vatnveiting.
Um privata nýtslu sigur uppskotið um kunngerð, at á matrikli, har grundvatn rennur upp av sær sjálvum, kann eigarin gagnnýta vatnið, um Jarðfeingi gevur loyvi, og um land ella kommuna ikki skulu brúka vatnið.
Nógvar treytir
Loyvi kann eisini latast partafeløgum og smápartafeløgum til vinnuliga gangnýtslu.
Her er talan um vatn, sum rennur upp av sjálvum, ella vatn, sum borað verður eftir.
Nógvar treytir eru lagdar við, tá borað verður eftir vatni, millum annað um skaðilig árin á náttúru og umhvørvi.
Hoyringarfreistin er til 29. august.