Glaspláturnar verða ikki settar uppaftur

Glaspláturnar verða ikki settar uppaftur
Umsitingarbygningurin hjá løgtinginum skal klæðast av nýggjum, og ætlanin er, at arbeiðið skal byrja í apríl
Tað var beint fyri ólavsøku í 2023, at petti av einari plátu duttu niður á gongubreytina við Tinghúsvegin.
 
31.01.2025 - 08:12

Glaspláturnar, sum vóru á umsitingarbygninginum hjá løgtinginum, koma ikki uppaftur.

Men tað, sum kemur í staðin fyri, skal líkjast tí, sum var.

Hvat tað verður, er ikki avgjørt enn, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna.

Tað verður kannað í løtuni.

Tá avgerð er tikin, verður arbeiðið at klæða bygningin boðið út. Arbeiðið skal byrja í apríl. 

 

Tiknar niður í í fjør

Fyribils standa glaspláturnar í kjallaranum í bygninginum hjá Havnar arbeiðarafelag, sum løgtingið leigar.

Pláturnar vóru tiknar niður í apríl og mai í fjør.

Tað var beint fyri ólavsøku í 2023, at petti av einari plátu duttu niður á gongubreytina við Tinghúsvegin.

Og fyrr í fjør summar datt ein pláta av á hinari síðuni á bygninginum. 

Glaspláturnar komu í 2006.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV