Myndir: Hábærsligi Høgaberg hátíðarhildin

Nýggja uppsjóvarskipið hjá Framherja, Høgaberg, verður hátíðarhildið í dag, nú skipið fyrstu ferð er í Føroyum. 

Høgaberg, sum er bygdur í Skagen, fór til fiskiskap, tá hann var latin reiðarínum. Hann hevur roynt eftir svartkjafti vestan fyri Hetland í nakrar dagar, og hetta er fyrstu ferð, at nýggja skipið kemur til Føroya. Høgni Hansen er skipari. 

Fyrsta havn, ið lagt varð at í Føroyum, var á Toftum, har eigarin og reiðarin, Anfinn Olsen, er ættaður. 

Hóast Anfinn Olsen er ættaður av Toftum, so er hann búsitandi í Fuglafirði, har Høgaberg eisini hevur heimstað. 

Toftafólk løgdu nógv fyri at fáa stóra skipið at kai í heimbygdini hjá eigaranum og reiðaranum. 

Fyrstir umborð á Høgaberg vóru sjálvsagt tollararnir, ið skuldu tryggja sær, at alt var í lagi. 

Anfinn Olsen, eigari og reiðari, saman við pápa sínum, Jógvani Ingvard Olsen, á kaiini á Toftum. 

Sonur Anfinn Olsen, Jógvan Ingvard, stendur á brúnni. Hann er annar av tveimum skiparum á Høgabergi. 

Kendi toftamaðurin og fyrrverandi politikarin Alfred Olsen, pápabeiggi Anfinn Olsen, var eisini komin oman á kaiina á Toftum at heilsa stásiliga Høgabergi vælkomnum. 

Høgaberg er 88 metrar langur, 16,5 metrar breiður, og bruttotonsatalið er 4500. 

Móttøkan í Fuglafirði byrjar klokkan 16. Høgaberg fer at liggja við bryggjuna undir skrivstovubygninginum hjá Framherja í Fuglafirði. Á skránni verða dópur, sangur, røður, okkurt til matna, og eisini er møguleiki at fara umborð at síggja skipið.  

 

Er kopiera