- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrismaður: Politiskur spurningur um ein triðja tyrla skal raðfestast
- Tað er sera kostnaðarmikið at fáa eina triðju tyrlu at vera tøka teir sera fáu dagar ella tímar í einum ári, tá ið tyrlurnar hjá Atlantic Airways ikki eru tøkar. Tí er tað ein politiskur spurningur, um tað skal raðfestast.
Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum.
Hann vísir á, at tænastan og reglusemið er vorðin munandi betri.
Landið rindar í dag Atlantic Airways 44,4 milliónir krónur um árið fyri at røkja tyrlutænastuna og fyri at vera partur av tilbúgvingini. Í sáttmálanum millum partarnar eru eisini fleiri broytiligir kostnaðir, sum koma avtrat.
Sáttmálin um tyrlutænastuna gongur út 31. desember í ár. Annaðhvørt kann nýggjur sáttmáli gerast ella verandi sáttmáli kann leingjast við einum ári í senn.
Hoyr innslag í tíðindinum á nátturða: