- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maður á sjógv og bilur stolin
Maður á sjógv og bilur stolin
Hóast oysandi regn var nógv fólk á ólavsøku, men tey vóru innandura
29.07.2023 - 09:49
Um hálvgumfýra tíðina í nátt var boðað frá, at ein maður var dottin á sjógv við Farstøðina í Havn.
Hann lá í sjónum í eitt korter, áðrenn politiið fekk hann uppaftur.
Maðurin var fluttur á Landssjúkrahúsið.
Í gjárkvøldið var ein bilur stolin í Havn.
Koyrdi á skelti
Hann rendi á eitt skelti við Marnkagilsvegin og Dalavegin.
Tveir menn vóru tiknir fyri stuldurin.
Teir eru á politistøðini og eru fyribils skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring.
Hóast tað regnaði illa, vóru nógv fólk á ólavsøku, men tey flestu vóru innandura.
Politiið ringdi í gjár til nógvar bilførarar og bóðu teir flyta bilin, tí teir høvdu parkerað í so ófantaliga í Havn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV