Flutningsflogfar dottið niður í Litava

Flutningsflogfar dottið niður í Litava
Í minsta lagi annar av flogskiparunum hevur latið lív, og hini trý, sum vóru við flogfarinum, eru flutt á sjúkrahús
Enn er ógreitt, hví flogfarið datt niður, men útilokað verður ikki, at talan kann vera um yvirgang.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
25.11.2024 - 14:17

Eitt farmaflogfar, sum var í flúgving fyri flutningsfelagið DHL, datt um hálvgum trý-tíðina í nátt niður nærindis litaviska høvuðsstaðnum Vilnius.

Flogfarið, sum kom úr Leipzig í Týsklandi, datt niður í eitt bústaðarhús í tveimum hæddum, og ógvisligur eldur kyknaði á staðnum.

Í minsta lagi annar av flogskiparunum hevur latið lív, og hini trý, sum vóru við flogfarinum, eru flutt á sjúkrahús, skrivar litaviska kringvarpið, LRT.

- Enn er ov tíðliga at siga nakað um, hví flogfarið datt niður, men vit samstarva við okkara altjóða samstarvsfelagar fyri at greiði á tí, sigur stjórin í litavisku trygdartænastuni, Darius Jauniskis.

Hann leggur aftrat, at tað ikki er útilokað, at talan kann vera um eina yvirgangsatsókn:

- Vit síggja eitt alsamt meira álopssinnað Russland, og tey, vit hava samskift við, tosa opið um møguleikan fyri herverki ella yvirgangi, sigur Jauniskis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (3. mars 2025)
190943
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. februar 2025)
190942
Týsdag 22. apríl
3-2 (27. januar 2025)
190941
Týsdag 22. apríl
3-2 (20. januar 2025)
190940
Týsdag 22. apríl
3-2 (10. februar 2025)
190939