Varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri drápsroynd

Varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri drápsroynd
Dómarin segði m.a. í grundgevingini fyri at varðhaldsfongsla 31 ára gamla útlendingin, at hann kann fremja líknandi brotsverk aftur, og at hann kann rýma av landinum
Føroya rættur avgjørdi at varðhaldsfongsla skuldsetta mannin í fýra vikur, meðan málið verður kannað nærri. (Savnsmynd)
 
22.11.2024 - 15:57

Ein 31 ára gamal útlendingur er í dag í grundlógaravhoyring í Føroya rætti varðhaldsfongslaður í fýra víkur í sambandi við eitt mál um drápsroynd. 

Løgreglan kannar eina hending í Skálafirði í gjárkvøldið, har ein maður, sum er føroyingur, var stungin í bringuna við knívi. 

Maðurin kláraði at verja seg, men hevur stungusár í bringuni.

Dómarin grundgav varðhaldsfongslingina við, at vandi er fyri, at skuldsetti maðurin kann fremja líknandi brotsverk aftur, at hann kann rýma av landinum, og at hann longu frammanundan hevur eitt líknandi mál í rættarskipanini, sum snýr seg um hóttanir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681