Føroyski countrykongurin spælir á G!

Føroyski countrykongurin spælir á G!
Hallur Joensen er fyrsta navnið á G! plakatini 2025
Mynd: Hallur Joensen á Facebook  
 
25.11.2024 - 16:30

Fyriskipararnir av G! festivalinum staðfesta, at føroyingum dáma væl countrytónleik. 

Tí fegnast G! festivalurin um, at føroyski countrykongurin, Hallur Joensen, er fyrsta navnið á G! skránni fyri næsta ár. 

Tað skerst heldur ikki burtur, at Hallur Joensen hevur sungið seg inn í hjørtunum á føroyingum við sangum sum "Kyss ein eingil hvønn morgun", "Vinir eru reyðagull" og "Lívið er ein lítil løta". 

Populariteturin hjá Halli Joensen kom til sjóndar, tá hann herfyri spældi tvær útseldar konsertir í Varpinum í heimstaði sínum Klaksvík. 

"Hallur Joensen er ikki bert ein sera fyrikomandi maður úr Klaksvík," skrivar G! festivalurin. "Nei, hann er av sonnum ein countrystjørna."+

 

Hvat: G! festivalurin
Hvar: Syðrugøtu
Nær: 17.-19. juli 2025

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823