Málstovan stongd restina av árinum

Málstovan stongd restina av árinum
Støðan er ørkymlandi, sigur Randi Kúrberg, umsjónarfólk á skrivstovuni hjá Málráðnum
Randi Kúrberg er umsjónarfólk á skrivstovuni hjá Málráðnum. (Savnsmynd)
 
25.11.2024 - 13:24

Mentamálaráðið fer á fund við fíggjarnevndina í morgin at viðgera støðuna hjá Málstovuni, sum restina av árinum ikki kann veita ráðgeving, tí arbeiðsbyrðan er so stór í løtuni.

Tá ringt verður til Málráðið, fært tú at vita, at orsakað av vantandi arbeiðsmegi og fíggjarorku svarar Málstovan ikki málspurningin fyrr enn í januar 2025.

- Støðan er ørkymlandi, sigur Randi Kúrberg, umsjónarfólk á skrivstovuni hjá Málráðnum.

Málstovan veitir málsliga ráðgeving og svarar málspurningum, og tekur sær eisini av at viðlíkahalda og dagføra stavsetingarorðabókina.

Hálvtannað starvsfólk er sett til at røka hetta arbeiðið, og tí er Málráðið serliga viðbrekið viðvíkjandi manning.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

25112024_Malstovan

 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791