Bygdaráðið á Strondum helst skipast av nýggjum

Bygdaráðið á Strondum helst skipast av nýggjum
Fundurin leygarkvøldið, tá bygdaráðið í Sjóvar Kommunu skipaði seg, er ikki hildin á lógligan hátt, sigur bygdaráðslimur, sum hevur kært til Løgmálaráðið
25.11.2024 - 19:21

Valkvøldið søgdu báðir toppskorararnir í Sjóvar kommunu seg vilja hava eina breiða semju. Og kvøldið eftir gjørdu Hans Anders Jacobsen, fyrstvaldur á lista B, og Noomi Káradóttir Rasmussen, fyrstvald á lista A (kvinnulistin) semju um, hvussu allir sessirnir í nývalda bygdaráðnum skuldu býtast. Allir sjey, nývaldu bygdaráðslimir skrivaðu undir hesa politisku semju, mikukvøldið 13. november.

Men á bygdaráðsfundi á Strondum leygarkvøldið 23. november var vent í holuni. Nú var Noomi Káradóttir Rasmussen ikki longur partur av semjuni. Noomi Káradóttir Rasmussen hevði frammanundan gjørt varug við, at bygdaráðsfundurin var ikki lýstur og hildin á lógligan hátt. Hon góðtók ikki, at fundurin ikki var almennur, og harumframt var hann ikki lýstur eftir forskriftunum. 

Og tað, sum byrjaði sum ein breið semja, endar tí við eini kæru frá Noomi Káradóttir Rasmussen til Løgmálaráðið.

Løgmálaráðið staðfestir, at sum útgangsstøði eru allir býráðsfundir almennir, og innkallast skal við ávísari freist, sum vanliga er fýra dagar. Sambært Elinborg Apol, fulltrúa í Løgmálaráðnum, er einki sum talar fyri, at ein fundur, har eitt bygdaráð skipar seg, skal haldast fyri afturlatnum hurðum. 

Verður kæran gingin á møti, so hevur landsstýrismaðurin heimild til at ógilda bygdaráðsfundin. Og so skal innkallast til nýggjan fund, har bygdaráðið skipar seg.

Kommunulóggávan ásetir, at nýtt kommunustýri skal taka við á nýggjárinum. Løgmálaráðið sigur, at kæran verður avgreidd í góðari tíð áðrenn tað.

Hans Anders Jacobsen, fyrstvaldur í Sjóvar kommunu, hevur ongar viðmerkingar til málið. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. februar
Morgunlestur týsdagur 18.februar 2025
186671
Mánadag 17. februar
Karl Vidtfeldt: Beri felagið í hjartanum
187908
Mánadag 17. februar
Norðurljóð 17.februar
187247
Mánadag 17. februar
Til lukku Eyðun & Atli
187881
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762