Meiriluti í uttanlandsnevndini tók undir við at samráðast við Russland

Meiriluti í uttanlandsnevndini tók undir við at samráðast við Russland
Bjarni Hammer, formaður í uttanlandsnevndini, sum umboðar Javnaðarflokkin í nevndini, er partur av meirilutanum
Bjarni Hammer formaður í uttanlandsnevndini. Hann var við í meirilutanum í nevndini, sum mælti landsstýrinum til at samráðast um nýggja fiskiveiðiavtalu við Russland.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.11.2024 - 13:10

Ein meiriluti í uttanlandsnevndini hevur tikið undir við, at Føroyar skulu samráðast við Russland um fiskiveiðiavtalu fyri 2025.

Samráðingarnar eru talgildar, og tær byrjaðu longu í morgun.

Bjarni Hammer, formaður í uttanlandsnevndini, sum umboðar Javnaðarflokkin í nevndini, sigur, at hann var við meirilutanum, sum mælti landsstýrinum til at samráðast um nýggjan russlandssáttmála. 

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, hevur annars sagt fleiri ferðir, at flokkurin stendur saman í spurninginum um, at Føroyar skulu ikki gera fiskiveiðiavtalu við Russland.

Føroyingar hava serliga fingið tosk og rækjur í undanfarnu fiskiveiðiavtalum við Russland, men eisini nakað av hýsu og flatfiski.

Afturfyri hava russarar fingið svartkjaft, makrel og sild. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

25112024_Russlandssattmali


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878