Dómur: Ikki við vinningi fyri eyga

Dómur: Ikki við vinningi fyri eyga
John Paul de Joria fór ikki inn um 12 fjórðinga markið við vinningi fyri eyga, tí bleiv sektin 75.000 krónur og ikki 100.000 krónur, sum ákæruvaldið kravdi
John Paul DeJoria í Nólsoyarfirði herfyri
Mynd: Hans Oluf Johannessen  
 
24.07.2023 - 08:44

Ákæruvaldið kravdi, at skipið hjá Paul Watson, John Paul DeJoria, skuldi sektast við 100.000 krónum, fyri at fara inn um 12 fjórðinga markið.

Sektin bleiv 75.000 krónur og ikki 100.000, sum ákæruvaldið kravdi, tí tað var ikki við vinningi í huga, at John Poul de Joria fór inn um 12 fjórðinga markið.

Tað sigur Føroya rættur.

Vanligt er, at fiskiskip fáa 100.000 krónur í sekt fyri ólógligt fiskarí.

Slíkt fiskarí er, tí fíggjarligur vinningur fæst burtur úr tí.

Tá lógin um trygd á sjónum var gjørd, var einki nevnt um, hvussu stórar sektirnar skuldu vera.

 

Trygd á sjónum

Kunngerðin frá 2016, sum nú er brúkt til at forða Paul Watson og hansara fólkum at fara inn um 12 fjórðingar, byggir á lógina um trygd á sjónum.

Føroya rættur leggur eisini dent á, at eingin skaði hendi og eingin vandi var á ferð, tá farið var inn um 12 fjórðinga markið.   

John Poul de Joria er nú á veg til Calais í Fraklandi, hagar hann kemur fyrrapartin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982