- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uttanlandsnevndin klár við Russlands-álitinum í næstu viku
Fyrrapartin hevði Uttanlandsnevndin í løgtinginum hoyringarnar um álitið, sum ætlanin er at leggja fyri løgtingið í næstu viku.
Bjarni Hammer er formaður í Uttanlandsnevndini, sigur, at fyrst í komandi viku fáa fleiri fundarboð.
Tey, sum høvdu fingið fundarboð, vóru Føroya Reiðarafelag og Verksmiðjutrolarar, Faroe Agency, Mest, Pelagos og Kommunufelagið, eins og landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og Vinnumálum og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.
Ætlaðu tiltøkini kunnu ávirka summi av teimum, sum hava verið á fundi við nevndina í dag.
Eitt nú segði Jóhan Páll Joensen, stjóri í Pelagos, fyrr í dag, at eitthvørt tiltak móti Russlandi kann hava nógv at siga fyri útflutningin hjá Pelagos til Russlands.