- Tíðindi, mentan og ítróttur
Treytað fongsulsrevsing og samfelagstænasta í 40 tímar
Tveir dreingir eru í Føroya rætti dømdir fyri harðskap í miðbýnum í Havn.
Dómurin er 20 daga treytað fongsulsrevsing og samfelagstænasta í 40 tímar.
Teir eru dømdir fyri at hava felt ein mann í miðbýnum í Havn sunnunáttina 24.apríl í fjør.
Tann álopni langaði nakkan í vegin og fekk eisini ilt í økslina.
Tann órættaði var pensjónistur, sum savnaði tómar fløskur í býnum.
Noktaðu seg sekar
Hann segði, at dreingirnir høvdu argað seg tríggjar ferðir hesa náttina. Hann segði, at teir til endans hildu seg og syftu seg niður í vegin.
Dreingirnir noktaðu seg sekar. Teir hildu uppá, at maðurin var dottin.
Tveir aðrir dreingir vóru eisini ákærdir í hesum máli, men ákæruvaldið bað um, at teir blivu frídømdir, tí prógvini móti teimum vóru ikki nóg góð.
Krav var eisini sett fram um at rinda 6.000 krónur í endurgjaldi fyri brillur og fyri viðgerð hjá fysioterapeuti.
Men Føroya rættur góðtók ikki kravið. Tað var víst til sivilt rættarmál.