- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinnan í hassjmálinum latin leys
Kvinnan í hassjmálinum latin leys
Báðir menninir eru varðhaldsfongslaðir í fýra vikur, og kvinnan er framvegis skuldsett
26.05.2023 - 11:18
Kvinnan, sum var handtikin í sambandi við, at løgreglan og Taks funnu umleið 10 kilo av hassji í einum persónbili, er latin leys, men hon er framvegis skuldsett í málinum.
Tað upplýsir Heri Andreassen, leiðari á Kanningardeildini hjá løgregluni.
Tað var fyrrakvøldið, at løgreglan og Taks í einum felags átaki funnu umleið 10 kilo av hassji í einum persónbili í Havn.
Ein maður og ein kvinna, sum vóru í bilinum, vóru handtikin.
Ein annar maður var handtikin umborð á einum skipi, sum stutt frammanundan var komið til Føroya úr útlondum.
Øll trý fólkini komu fyri rættin í grundlógaravhoyring seinnapartin í gjár.
Báðir menninir eru varðhaldsfongslaðir í fýra vikur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV