- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingur í Danmark ákærdur fyri dráp
Ein 31 ára gamal føroyingur, sum býr í Danmark, er ákærdur fyri dráp, eldáseting, álop á løgreglufólk og fyri at ætla at selja rúsevni.
Ákærin mælir til, at maðurin skal í forvaring á psykiatriskari deild.
Maðurin er ákærdur fyri at hava dripið eina 60 ár gamla kvinnu, og tað játtaði hann seg sekan í í grundlógaravhoyring 7.august í fjør.
Í ákæruritinum verður ikki sagt, hví hann drap kvinnuna, og tí er framvegis ógreitt, um maðurin og kvinnan kendust, áðrenn drápið var framt.
Maðurin er ákærdur fyri at hava sligið, sparkað og trampað á kvinnuna, kvalt hana, og fyri at hava stungið og sært hana 25 ferðir.
Danskir miðlar skriva, at málið verður væntandi viðgjørt í nevningatingi í rættinum í Hillerød.