- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákærdir fyri brot á djóraverndarlóg, ferðslulóg og revsilóg
Tveir 19 ára gamlir menn, sum eru ákærdir fyri brot á djóraverndarlógina, ferðslulógina og revsilógina, kunnu vænta at fáa 20 til 30 daga fongsulsrevsing, um ákæruvaldið fær sín vilja.
Ákærin krevur eisini, at teir missa rættin at hava nakað við djórahald at gera næstu trý árini.
Teir vóru í Føroya Rætti í dag.
Koyrdu á gás
Teir eru ákærdir fyri við vilja at hava koyrt á eina gás á gongubreytini á Sundsvegnum í Havn 14. apríl í fjør, so gásin doyði. Ein onnur gás slapp undan bilinum.
Hin drongurin filmaði hendingina við fartelefonini.
Teir komu fram við aftur løtu seinni, og tá koyrdu teir aftur á gásina.
Dreingirnir játtaðu seg lutvíst sekar.
Vorpið 11 egg
Krav er eisini sett fram um at endurrinda missin av gásini, sum hevði vorpið 11 egg. Kravið er 7.200 krónur.
Annar av teimum ákærdu er eisini ákærdur fyri tvey brot á ferðslulógina. Hann hevur koyrt minst 117 km/t á einum vegastrekki, har mest loyvda ferð var 80 km/t, og hann hevur eisini koyrt fram við reyðum ljósi og bummi í Norðoyatunnilinum.
Hann játtaði seg lutvíst sekan.
Ákæruvaldið krevur, at hann missir koyrikortið treytaleyst í hálvtannað ár.
Eisini ákærdir fyri harðskap
Báðir menninir eru eisini ákærdir saman við tveimum øðrum 19 ára gomlum monnum fyri harðskap, tí teir skulu hava felt ein mann í miðbýnum í Havn sunnunáttina 24. apríl í fjør.
Tann álopni langaði nakkan í vegin og fekk eisini ilt í økslina.
Tann órættaði var pensjónistur, sum savnaði tómar fløskur í býnum. Hann segði, at hesir ungu menninir høvdu argað seg tríggjar ferðir hesa náttina. Hann segði, at teir til endans hildu honum og syftu hann niður í vegin.
Noktaðu seg sekar
Teir ungu menninir noktaðu seg sekar. Teir hildu uppá, at hann var dottin.
Ákærin helt seg ikki hava nøkur prógv um, at tveir av monnunum høvdu verið við í harðskapinum, og mælti tí til, at teir báðir verðu fríkendir.
Ákærin kravdi hinvegin, at hinir báðir skuldu fáa fongsulsrevsing í 20 til 30 dagar. Verjarnir hjá teimum ákærdu kravdu frídøming.
Krav varð eisini sett fram um at rinda 6.000 krónur í endurgjaldi fyri brillur og fyri viðgerð hjá fysioterapeuti hjá órættaða.