- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hamragarður ikki latin kommununum enn
Hamragarður ikki latin kommununum enn
Tað ørkymlar løgtingsgrannskoðararnar, at umvælingarnar ikki eru gjørdar

Hamragarður var tikin í nýtslu í 2011.
10.05.2023 - 10:41
Hóast Hamragarður í Vági var tikin í brúk í 2011, er hann formliga ikki latin kommununum í Suðuroynni enn.
Tí enn eru øll brek ikki rættað.
Tað ørkymlar løgtingsgrannskoðararnar, at umvælingarnar ikki eru gjørdar, hóast long tíð er liðin, síðani Landsverk staðfesti feilir og manglar.
Fíggjarnevndin ger vart við hetta í álitinum um landsroknskapin fyri 2021.
Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið um almennar byggiverkætlanir, sum ikki eru góðkendar ella avhendaðar, tí tær hava feilir og manglar, við avvarðandi landsstýrisfólk og Landsverk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV