- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mál um kynsligan ágang ikki egnað at viðgera í varskógvaraskipanini

Kanska eru mál um kynsligan ágang ikki væl egnað at vera viðgjørd í varskógvaraskipanini.
Tey eru møguliga betur hóskandi í øðrum skipanum.
Tað stendur í frágreiðingini, sum løgtingið hevur fingið um varskógvaraskipanina.
Varskógvaraskipanin hevur fingið eitt mál um kynsligan ágang.
Men tað ber ikki til at avgreiða tað, tí eingi haldgóð skjalprógv eru.
Avvarðandi aðalráð fekk ein advokat at kanna málið. Einki skrivligt tilfar er.
Tí var neyðugt at tosa við fólk, sum vóru hjástødd. Tey eru ósamd um, hvat hendi. Tí er eingin greið niðurstøða.
Uppsøgn í ringasta føri
Hóast ósamsvarandi frágreiðingar eru, og tí ikki gjørligt at gera greiða niðurstøðu, metti advokaturin, at avleiðingin av málinum í ringasta føri hevði verið uppsøgn.
Men starvsfólkið, sum varskógvað var um, er farið úr starvi.
Tí metti aðalráðið, at ikki var neyðugt at gera meira við málið.
Landsgrannskoðanin, sum umsitur varskógvaraskipanina, tók undir við hesi niðurstøðuni.