Á Breddanum: Virðingin hjá landsstýrisfólkum fyri tinginum

Á Breddanum: Virðingin hjá landsstýrisfólkum fyri tinginum
Henrik OId, sum fyrstu ferð var valdur á ting fyri 41 árum síðani, heldur, at landsstýrisfólk stýra ov nógv við kunngerðum, og tað ger valdið hjá løgtinginum veikari
Virðingin hjá landsstýrisfólkum fyri tinginum er vorðin ov lítil, og tað er ein trupulleiki, heldur tingmaður. (Savnsmynd)
 
21.03.2025 - 09:20

Virðingin hjá landsstýrisfólkum fyri tinginum er vorðin ov lítil, og tað er ein trupulleiki. 

Tað heldur Henrik Old, sum fyrstu ferð var valdur á ting fyri 41 árum síðani.

Hann fýlist eisini á, at landsstýrisfólk í dag sleppa at stýra ov nógv við kunngerðum, tí tað ger valdið hjá løgtinginum veikari.

Beinta Løwe, politiskur viðmerkjari, og Helena Dam á Neystabø, fyrrverandi løgtings- og landsstýriskvinna, verða í útvarpsstovuni. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. mars
Jambalaja - 220325
189617
Leygardag 22. mars
Upp á tá - 210325
189616
Leygardag 22. mars
Morgunlestur leygardagur 22.mars 2025
189610
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189606
Fríggjadag 21. mars
FMA 2025
189602
Fríggjadag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189551