Sturgeon ikki longur undir illgruna fyri at hava snýtt SNP

Sturgeon ikki longur undir illgruna fyri at hava snýtt SNP
Skotska løgreglan hevur síðani 2021 kannað, hvat er vorðið av pengunum, sum flokkurin hevur fingið frá fólki, ið stuðlaðu loysingarflokkinum
Illgruni hevur verið um, at Nicola Sturgeon og maður hennara, Peter Murrell, hava brúkt pengarnar privat. 
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
21.03.2025 - 08:13

Fyrrverandi skotski stjórnarleiðarin, Nicola Sturgeon, og fyrrverandi kassameistarin í flokkinum, Colin Beattie, eru ikki longur undir illgruna fyri at hava snýtt skotska loysingarflokkin, SNP, fyri umleið 600.000 pund - ella góðar fimm milliónir krónur. 

Tað skrivar Danmarks Radio við Reuters-tíðindastovuni sum keldu. 

Skotska løgreglan hevur síðani 2021 kannað, hvat er vorðið av pengunum, sum flokkurin hevur fingið frá fólki, sum stuðlaðu loysingarflokkinum. 

Illgruni hevur verið um, at Nicola Sturgeon og maður hennara, Peter Murrell, hava brúkt pengarnar privat. 

Peter Murrell, sum var umsitingarleiðari hjá flokkinum, varð handtikin í apríl í 2023, og tveir mánaðir seinni varð kona hansara eisini handtikin. Kassameistarin í flokkinum, Colin Beattie, varð eisini handtikin í apríl 2023. 

Í dag hevur løgreglan upplýst, at tvey fólk eru latin leys, og tað merkir, at tað nú bara er Peter Murrell, sum er undir illgruna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856