- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sambandsflokkurin er í parti við samgonguni um telefonir í skúlanum
Sambandsflokkurin er í parti við samgonguni um telefonir í skúlanum
Meirilutin í mentanarnevndini mælir frá at samtykkja uppskotið til samtyktar frá Bárði á Lakjuni, tingmanni

Meirilutin sigur, at skúlar og skúlastýri í kunngerð hava fingið álagt at gera reglur, sum skulu tálma fartelefonnýtslu í skúlunum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
19.03.2025 - 11:13
Sambandsflokkurin tekur ikki undir við uppskotinum til samtyktar hjá fólkafloksmanninum, Bárði á Lakjuni, um ikki at loyva fartelefon í fólkaskúlanum.
Magnus Rasmussen er við í meirilutanum hjá samgonguni í mentanarnevndini, sum mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
Tey siga, at skúlar og skúlastýri í kunngerð hava fingið álagt at gera reglur, sum skulu tálma fartelefonnýtslu í skúlunum.
Bárður á Lakjuni heldur framvegis, at fartelefonin skal út úr skúlanum, í hvussu er fyribils.
Rættast hevði verið, sigur hann, at roynt í eitt ella tvey ár at vita, hvat hendir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV