Fýra menn avrættaðir í USA hesa vikuna

Fýra menn avrættaðir í USA hesa vikuna
Higartil í ár hava 10 avrættingar verið í USA, 15 færri enn í fjør
Higartil í ár hava 10 avrættingar verið í USA. Í fjør vóru 25 avrættingar. Deyðarevsing er bannað í 23 av teimum 50 statunum í USA. (Savnsmynd)
 
21.03.2025 - 09:47

Fýra avrættingar hava verið í USA hesa vikuna.

63 ára gamli Edward James varð í gjárkvøldið avrættaður í Florida við eiturinnspræning. Hann var dømdur fyri at hava neyðtikið eina átta ára gamla gentu, og tikið hana og 58 ára gomlu ommu gentuna av døgum. Hetta var í 1993.

Í Oklahoma var 56 ára gamli Wendell Grissom í gjárkvøldið avrættur við eiturinnspræning, eftir at vera funnin sekur í at hava tikið eina 23 ára gamla kvinnu av døgum í 2005.

Týsdagin var 46 ára gamli Jessie Hoffmann avrættaður við nitrogengassi í statinum Louisiana. Hann var dømdur fyri neyðtøku og fyri at hava beint fyri eini 28 ára gamlari kvinnu í 1996. 

Hetta er fyrsta avrætting í Louisiana í 15 ár.

Og mikudagin var 53 ára gamli Aaron Gunches avrættur við eiturinnspræning í Arizona. Hann var dømdur fyri at hava tikið fyrrverandi mannin hjá unnustu síni av døgum í 2002.

Higartil í ár hava 10 avrættingar verið í USA. Í fjør vóru 25 avrættingar. 

Deyðarevsing er bannað í 23 av teimum 50 statunum í USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772