- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin ætlan um at lata kommunur áseta ansingarsamsýning

Ein ætlan um at hækka samsýningina fyri at ansa gomlum og óhjálpnum fólkum heima við hús upp í 18.000 kr. var av ongum.
Hetta var í 2022, eftir at eldraøkið var eftirmett.
Men kommunurnar, sum tóku við eldraøkinum í 2015, vildu hava kunngerðina grundleggjandi endurskoðaða, ikki bara ásetingina um samsýningina.
Tó er eingin áheitan komin frá kommununum um at endurskoða kunngerðina.
Tað sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, í svari til Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu.
Hann sigur, at í løtuni er eingin ítøkilig ætlan um at geva kommununum heimild til sjálvar at áseta ansingarsamsýningina.
Samsýningin er 10.789 kr. um mánaðin, sigur Kristianna Winther Poulsen.
Og hon er ikki broytt, síðani kommunurnar tóku við eldraøkinum.
60 fólk fáa ansingarsamsýning.