Løgmaður: Vit arbeiða við nýskipanum

Løgmaður: Vit arbeiða við nýskipanum
- Arbeitt verður við nýskipanum at betra um haldførið, og arbeitt verður við einari nýskipanardeild, sum skal gera almanna geira meira skynsaman fíggjarliga, sigur løgmaður
20.03.2025 - 19:28

Fyri einum ári síðan skrivaðu fýra almennir stovnsleiðarar til landsstýrið, at tørvur er á nýskipanum fyri at betra um haldførið í føroyska búskapinum.

Men løgmaður vissar fyri, at áheitanin frá stovnsleiðarunum er tikin í álvara.

- Arbeitt verður longu við nýskipanum at betra um haldførið, og millum annað verður arbeitt við einari nýskipanardeild, sum skal gera almanna geira meira skynsaman fíggjarliga, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Í síðstu viku segði Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldsstovuni, at støðan við føroyska búskapinum er álvarsom, og at tað minnir um tíðina beint undan fíggjarkreppuni fyrst í nítiárunum, men hesum er løgmaður ikki samdur við honum í.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386