Verju- og trygdarpolitikkur kemur í heyst

Verju- og trygdarpolitikkur kemur í heyst
Uppskot til samtyktar verður lagt fram í næstu tingsetu, sigur løgmaður
Nýggi lofteftirlitsradarin verður tikin í nýtslu í 2028.
 
09.05.2023 - 14:31

Trygdarpolitiska støðan er grundleggjandi broytt, og tí er tørvur á einum miðvísum føroyskum trygdar- og verjupolitikki, sum breið politisk semja er um.

Tað sigur løgmaður í svari til Johan Dahl, løgtingsmann, sum spurdi um verju- og trygdarpolitikkin hjá landsstýrinum.

Aksel V. Johannesen, sigur, at landsstýrið fer at leggja fram uppskot til samtyktar um trygdarpolitikk í næstu tingsetu. 

Seinasta samtyktin er frá 2004, skrivar Løgmansskrivstovan.

Løgmaður vísir á, at verju- og trygdarmál eru felagsmál, og tí samstarvar landsstýrið við donsku stjórnina. 

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Nýggj verjusemja

Reguligt samskifti er millum landsstýrið og donsku stjórnina í sambandi við, at stjórnin í næstum fer undir samráðingar við flokkarnar á Fólkatingi um eina nýggja verjusemju, sum leggur játtan og raðfestingar á verjupolitiska økinum í eina fasta legu næstu árini.

Í tí sambandi er avrátt, at øll mál, sum eru viðkomandi fyri Føroyar og føroysk viðurskifti, verða umrødd á stjórnarstigi millum Føroyar og Danmark.

 

Johan Dahl, løgtingsmaður, spurdi um trygdar- og verjupolitikk.(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Radarin kemur í 2028

Løgmaður sigur í svarinum til Johan Dahl, at nýggi lofteftirlitsradarin er klárur at taka í nýslu í 2028, sum upprunaliga ætlað. Tað eru danskir myndugleikar, sum hava ábyrgdina av at seta lofteftirlitsradaran upp. 

Aksel V. Johannesen sigur eisini, at virkað verður ítøkiliga fyri, at føroyskir myndugleikar - í samstarvi við donsku verjuna og møguliga NATO - standa fyri at reka radaran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386