- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fróðskapasetrið út og býarumsiting inn
Fróðskapasetrið út og býarumsiting inn
Umsitingin hjá Tórshavnar býráð flytur í Sjóvinnuhúsið næsta ár, og spurningurin er, um ein partur av Setrinum verður húsvillur, tá árið er úti

Partur av Fróðskaparsetrinum heldur til í Sjóvinnuhúsinum, men nú er spurningurin, hvussu verður við Setrinum, tí umsitingin hjá Tórshavnar býráð skal flyta inn næsta ár.
09.05.2023 - 13:38
Ivamál hevur stungið seg upp, hvat skal henda, tá ið Fróðskaparsetrið við árslok skal flyta úr Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju í Havn, tí umsitingin hjá Tórshavnar kommunu skal flyta inn.
Umvælingin av Venjingarskúlanum, sum skal vera høvuðsparturin av einum seturskampus, er ikki byrjað, og fyrsta játtanin til umvælinginina liggur framvegis í fíggjarnevndini.
Spurningurin er tí, um partur av Setrinum verður húsvillur, tá árið er úti.
Djóni Nolsøe Joensen, sum er landsstýrismaður á økinum, sigur, at ein partur kann flyta úr Sjóvinnustýrinum til tíðina, og aðrir hølismøguleikar verða kannaðir.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
09052023_Djoni_um_Setrid_og_Sjovinnuhus
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV