- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú skal greinast, hvussu ábyrgd og eftirlit skulu skipast
Nú skal greinast, hvussu ábyrgd og eftirlit skulu skipast
Løgmaður hevur sett arbeiðsbólk at viðgera málið, og hann vil ikki gera niðurstøðu um frágreiðingina um H-bygningin, fyrr enn hann hevur lisið hana

Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
09.05.2023 - 12:58
- Skipanin, har ábyrgdin av almennum byggiverkætlanum er tvíbýtt, riggar ikki.
Ein arbeiðsbólkur er settur, sum skal greina, hvussu ábyrgd og eftirlit skulu skipast, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, nú ein frágreiðing frá Beintu Dam, landsgrannskoðara, um H-bygningin er almannakunngjørd.
Løgmaður hevur ikki lisið frágreiðingina, og hann vil tí ikki gera nakra niðurstøðu fyribils.
Tað er ikki fyrstu ferð, at landsgrannskoðarin hevur gjørt vart við, at skipanin, har fleiri aðalráð hava ábyrgd av almennum byggiverkætlanum, ikki riggar.
Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen, sum var í útvarpsstovuni:
09052023_Aksel_V__Johannesen_um_H-bygning
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV