- Tíðindi, mentan og ítróttur
Triðingurin av lærlingum hevur skúlagongd í Danmark

Stívliga triðingurin av teimum 6.000 lærlingunum, sum síðani 2005 eru farnir undir eina yrkisútbúgving í Føroyum, hava tikið eina útbúgving, har skúlagongdin er í Danmark.
Í Føroyum ber til at taka 70 yrkisútbúgvingar. Í 15 teirra er skúlagongdin í Føroyum.
Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til Beinir Johannesen, løgtingsmann.
Hann sigur eisini, at felags fyri allar yrkisútbúgvingarnar við danskari skúlagongd er, at lærlingatalið er sjáldan størri enn fimm.
Undantikin eru tey, sum læra handil ella sølu.
Nakrar útbúgvingar eru á veg.
Ein er kokkaútbúgvingin. Tey seinnu skúlaskeiðini, sum higartil bara verið í Danmark, kunnu nú takast í Føroyum.
Ein alaraútbúgving er eisini byrjað, og í næstum verður uppskot um at seta á stovn eina kt-supportara útbúgving klárt at lata landsstýrismanninum, sigur Djóni Nolsøe Joensen.