- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiska kongafisk í altjóða sjógvi og brúka føroyskar havnir

Russiskir trolarar brúka føroyskar havnir, tá teir fiska kongafisk á Reykjanesrygginum, skrivar Morgunblaðið.
Fiskiskapurin er í altjóða sjógvi, so Ísland fær einki gjørt við hann, uttan at nokta russiskum skipum at sleppa í íslendskar havnir.
Ísland og ICES hava mælt til at friða kongafiskin á Reykjanesrygginum.
Men tað vil Russland ikki og fiskar kongafiskin.
Seks trolarar
Í hvussu so er seks russiskir trolarar fiska kongafisk beint við íslendska fiskimarkið.
Morgunblaðið hevur nøvnini hjá øllum seks.
Hóast Danmark vegna Føroyar og Grønland hevur skrivað undir forboðið hjá NEAFC fyri at fiska kongafisk, fáa russisku trolararnir allar tænastur í føroyskum havnum, skrivar Morgunblaðið.
Tey fara gjøgnum íslendskan sjógv, tá tey koma úr Føroyum og fara aftur til Føroya. Hetta er í lagi sambært ST-sáttmála.