Íslendingur 16 ára fongsulsrevsing fyri dráp

Íslendingur 16 ára fongsulsrevsing fyri dráp
Maðurin er dømdur fyri at hava tikið grannan av døgum í juni í fjør
Rætturin í Reykjavík dømdi 21 ára gamla mannin 16 ára fongsul.
 
01.05.2023 - 10:55

Í Íslandi er ein 21 ára gamal maður dømdur 16 ára fongsulsrevsing fyri dráp. 

Hann er dømdur fyri í juni í fjør at hava tikið granna sín av døgum, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.

Sambært ákæruritinum, drap 21 ára gamli maðurin grannan, tá hesin kom í íbúðina at klaga um larm. 

Teir endaðu í hornatøkum, og grannin fekk so álvarsligan skaða í høvdið, at hann doyði.

Verjin hjá manninum mælti til at døma mannin fyri óviljað manndráp og ikki fyri dráp.

Sambært vitnisfrágreiðingum, hevði 21 ára gamli maðurin sligið grannan í høvdið, eisini eftir at hann mistið vitið. 

Psykiatarar, sum vitnaðu í málinum, søgdu, at ungi maðurin hevði tørv á psykiatriskari hjálp. 

Pápin unga mannin hevði forðað honum í at verða útgreinaður fyri autismu, og í uppvøkstrinum var nógv misbrúk og umsorganarsvik. 

Maðurin er dømdur at rinda familjuni hjá manninum 13,5 milliónir íslendskar krónur í endurgjaldi. Tað svarar til 670.000 krónur, skrivar íslendska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109