Sjask og ongan laks

Sjask og ongan laks
Føroyska liðið, sum kappast í fiskikappingini Trolling Master á Bornholm, hava ongan laks fingið enn
Gott lag umborð á 20 tonsaranum JAWS
Mynd: TV2 / Bornholm  
 
27.04.2023 - 10:38

- Vit fara ongan veg í morgun, sigur Árni Müller, sum er ein av teimum fimm føroyingunum, sum hava teknað seg til kappingina.

Tað er høg alda og nógvur vindur har um leiðir, og tí er fiskikappingin avlýst í dag. 

Føroyingarnir hava leigað sær ein stóran bát at fiska við. 

- Vit fiska við tráðu, og tað ræður um at fáa tann størsta laksin, sigur Árni Müller.

 

Trolling_Master_Arni_Muller

Lurta eftir samrøðuni við Árna Müller í Góðan Morgun Føroyar.


Veðrið batnar

Hann sigur frá betri veðri í morgin og leygardagin, so tá fara teir út at vita, um teir fáa onkran stóra laks. 

Fiskikappingin Trolling Master endar leygardagin, og ferðalagið kemur aftur til Føroya sunnudagin. 

 

Sjónvarpslið vitjaði umborð

TV2 á Bornholm var og vitjaði umborð hjá føroyingunum í gjár, sí video:

 

TrollingMaster

TV2 Bornholm var umborð og vitjaði føroyska ferðalagið í gjár. (Kelda: TV2 Bornholm)
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109