- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri lond taka ríkisborgarar úr Sudan
Seinastu dagarnar hevur nógvur ófriður verið í Sudan, og nú eru evropeisk lond farin at flyta sínar ríkisborgarar úr landinum.
Tað skrivar bretski miðilin, The Guardian.
Bretland tók í gjár øll síni diplomatisku starvsfólk heim úr høvuðsstaðnum Khartoum, og Frakland og Týskland hava tikið meir enn 100 fólk úr landinum.
Eisini Svøríki, Italia, Spania og Kanada hava tikið sínar ríkisborgarar heim.
USA tók longu leygarkvøldið sínar diplomatar, starvsfólk á amerikansku sendistovuni og teirra familjur úr Sudan.
(Mynd: Ritzau Scanpix)
Ikki nóg trygt
Amerikanska sendistovan í Khartoum hevur latið aftur, og sendistovan hevur skrivað á Twitter, at tað er ikki nóg trygt hjá USA at flyta sivilar amerikanskar ríkisborgarar úr landinum.
Støðan í Sudan hevur verið ring leingi, og sagt verður, at longu áðrenn hesin seinasti ófriðurin tók seg upp, høvdu 16 milliónir fólk, sum er ein triðingur av fólkatalinum í Sudan, tørv á humaniterari hjálp.
Stríðið stendur millum herdeildir, sum eru trúgvar móti sitandi sudanska hernaðarleiðaranum, generalinum Abdel Fattah al-Burhan, og deildir, sum stuðla Mohamed Hamdan Dagalo, ið er varaleiðari í stjórnarráðnum.
Sambært ymsum felagsskapum eru meir enn 400 fólk deyð í stríðnum seinastu dagarnar. Tveir triðingar av teimum eru sivil fólk. Mett verður tó, at veruliga talið er væl hægri.