15.000 milliardir til vápn

15.000 milliardir til vápn
Hetta er áttanda árið á rað, at heimsins hernaðarútreiðslur seta met
Vøksturin í hernaðarútreiðslunum hevur samband við kríggið í Ukraina og økta spenninginum í Eysturasia.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.04.2023 - 09:58

Heimsins samlaðu hernaðarútreiðslur í 2022 vóru 2.240 milliardir dollarar - tað eru meir enn 15.000 milliardir krónur.

Tað sigur svenski friðargranskingarstovnurin, Sipri, sambært NRK.

Sambært AFP svarar upphæddin til 2,2 prosent av allar bruttotjóðarúrtøku í heiminum.

Hetta er áttanda árið á rað, at heimsins hernaðarútreiðslur seta met.

 

Ukraina og Eysturasia

Vøksturin hesaferð kemst av krígnum í Ukraina og økta spenninginum í Eysturasia, serliga við Taivan.

USA stóð fyri 39 prosentum av heimsins hernaðarútreiðslum í 2022. Kina átti 13 prosent. Síðan koma Russland við 3,9 prosentum, India við 3,6 prosentum og Saudiarabia við 3,3 prosentum.

Heimsparturin við størst vøkstri í hernaðarútreiðslum var Evropa, har útreiðslurnar vuksu 13 prosent.

Í Suður- og Miðamerika minkaðu hernaðarútreiðslurnar, og fleiri afrikansk lond minkaðu eisini sínar hernaðarútreiðslur, skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109