Løkke lurtar ikki eftir Grønlandi

Løkke lurtar ikki eftir Grønlandi
Grønland var ikki tikið við uppá ráð, tá Danmark herfyri útnevndi nýtt sendifólk fyri Arktis. – Og tað er púra burturvið, heldur grønlendska fólkatingskvinnan, Aaja Chemnitz.
Grønlendski fólkatingslimurin, Aaja Chemnitz, sigur at Danmark lurtar ikki eftir Grønlandi
 
23.04.2023 - 10:28

Hon heldur tað vera eina sjálvfylgju, at arktiska sendifólki kemur úr Grønlandi. Og tí finst hon hvassliga at donsku handfaringini av málinum.

- Man hevur gloymt at lurta eftir Grønlandi. Hetta er eitt dømi um koloniharra-mentalitet, har Danmark dikterar uttan at spyrja fyrst, sigur Aaja Chemnitz við danska TV2.

Hon minnir á samgonguskjalið hjá donsku stjórnini, har tað stendur at ongar avgerðir viðvíkjandi Føroyum og Grønlandi skulu takast uttan at hoyra Føroyar og Grønland.

Eisini grønlendski landsstýrisformaðurin, Mute B. Egede, heldur valið av arktiskum sendifólki vera "problematiskt", og krevur ávirkan. 

Vísir øllum aftur
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, vísur atfinningunum frá sær.

-Vit hava ikki landafrøðiligan uppruna sum eitt kriterie, tá vit seta fólk í donsku uttanríkistænastuni, sigur Lars Løkke Rasmussen við blaðið Politiken. 

Lars Løkke Rasmussen vil harumframt vera við, at talan er um reinan symbol-politikk frá grønlendskari síðu. Tí starvið sum arktiskt sendifólk er ein inngrógvin partur av donsku uttanríkistænastuni.

Átta lond eru við í Arktiska Ráðnum: Danmark, Finland, Ísland,, Norra, Svøríki, USA, Kanada og Russland.

Nýggi, danski sendiharrin fyri Arktis er Tobias Elling Rehfeld, sum kemur úr einum starvi sum sendimaður í Suðurafrika.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109