Rýma úr ófriðarliga Sudan

Rýma úr ófriðarliga Sudan
USA og Frakland eru farin at flyta sendifólk og sivilfólk úr afrikanska landinum Sudan.
Ófriðurin í Sudan fær nú USA og Frakland at flyta fólk úr afrikanska landinum
Mynd: Sudan Tribune  
 
23.04.2023 - 10:14

Í gjárkvøldið sendi USA seks flogfør til Sudan eftir sínum ríkisborgarum, og Frakland flytir eisini sínar ríkisborgarar – og fólk úr øðrum evropeiskum londum, burtur úr Sudan.

Seinastu vikuna hava verið ógvusligir samanbrestir í høvuðsstaðnum Khartoum millum sudanska stjórnarherin og hernaðarliga bólkin Rapid Support Forces, RSF.

Í oktober í 2021 framdu stjórnarherurin og RSF í felag eitt statskvett í Sudan, og síðani tá hevur landið verið stýrt av einum ráðið við herovastum. Men nú eru partarnir ósamdir um, hvussu landið skal stýrast í komandi tíðum. 

Sambært Uttanríkismálaráðnum eru umleið 30 danskir ríkisborgarar í Sudan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109