Russar ilskast inn á sending

Russar ilskast inn á sending
Russiskir myndugleikar kalla sendingina um møguliga russiska njósning í norðurlondum fyri falstíðindi
 
22.04.2023 - 17:51


Russiskir myndugleikar eru í øðini, eftir at norðurlendskt fjølmiðlasamstarv hevur avdúkað møguliga russiska njósning í norðurlendskum sjóøki.

Tað skrivar svenska Aftonbladet.

Norska NRK, svenska SVT, finska YLE og danska DR standa í felag aftan fyri avdúkingarnar.

Russiska talskvinnan, Maria Zacharova, skírir avdúkingarnar eina provokatión og sigur talan vera um “samskipaða søgufalsan”, sum norðurlendsku stjórnirnar í felag hava kókað saman.

- Tað er týðiligt, at myndugleikarnir og trygdartænasturnar í norðurlondum standa aftan fyri hesa øsingina, sigur hon.

Eisini heldur Maria Zacharova, at myndugleikar og trygdartænastur í øðrum londum eru uppií, men uttan at siga nakað um, hvørji lond hon meinar við.

Axel Björklund, sum er ábyrgdarstjóri fyri “Uppdrag“ hjá SVT, sum hevur staðið fyri svenska avdúkingararbeiðinum, vísir øllum aftur:

- Tær fýra norðurlendsku sjónvarpsstøðirnar hava kannað russisku njósningina í yvir eitt ár, og avdúkingarnar eru endurgivnar kring allan heimin, sigur hann.

- Tað er heilt týðiligt, at Russland ilskast inn á avdúkingarnar og roynir at tileinkisgera okkara niðurstøður, sigur Björklund við Aftonbladet.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109