Bretski varaforsætisráðharrin lagt frá sær

Bretski varaforsætisráðharrin lagt frá sær
Dominic Raab er í fleiri førum lagdur undir at happa embætisfólk og vera niðrandi móti fyrrverandi ráðharrum
Dominic Raab, varaforsætisráðharri í Bretlandi, hevur lagt frá sær.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
21.04.2023 - 11:31

Bretski varaforsætisráðharrin, Dominic Raab, leggur frá sær. 

Tað boðaði hann frá fyrrapartin.

Raab er í fleiri førum lagdur undir at happa embætisfólk og fyri at hava verið óhøviskur og niðrandi móti fyrrverandi ráðharrum.

Hetta skal vera farið fram í stjórnartíðini hjá BorisJohnson.

 

Noktar seg sekan

Raab noktaði seg sekan og bað um óvilduga kanning av málinum. Frágreiðingin er nú liðug, og er handað Rishi Sunak, forsætisráðharra.

Í fráfaringarbrævi sínum skrivar Dominic Raab, at hann lovaði at leggja frá sær, um frágreiðingin avdúkaði happing. 

- Samstundis, sum eg kenni meg noyddan at góðtaka úrslitið av kanningini, eru allar uttan tvær skuldsetingar móti mær um happing vístar aftur, skrivar hann. 

Raab skrivar, at ráðharrar eiga at kunna geva hvøss aftursvar.

- Við at seta so strong mørk fyri happing, verður hendan kanningin eitt vandamikið fordømi, skrivar Dominic Raab í fráfaringarskrivi sínum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109