Russiskir leiguhermenn royna at fáa vápn úr Kina

Russiskir leiguhermenn royna at fáa vápn úr Kina
Financial Times veit at siga, at Wagner-deildin hevur biðið um lóður og útgerð úr Kina, men kinesiskir myndugleikar hava ikki svarað
Wagner-herurin í Ukraina er tiltikin, og nú skriva amerikanskir miðlar, at herurin hevur roynt at fáa vápn úr Kina.
 
21.04.2023 - 09:37


Hernaðarligi russiski bólkurin við leiguhermonnum, Wagner-herurin, hevur roynt at útvega sær vápn úr Kina.

Eitt loyniligt stemplað skjal, sum herfyri var likið frá Pentagon, vísir, at Kina ikki svaraði fyrispurninginum frá Wagner-deildini. 

Financial Times hevur sæð skjalið, sum er likið úr amerikanska verjumálaráðnum, og sambært blaðnum, var fyrispurningurin frá Wagner-deildini sendur tíðliga í ár.

Wagner-deildin, sum er ein privatur herur við Jegenij Prisozjin á odda, er víðagitin fyri ráa leiklut sín í Ukraina.

Sambært skjalinum, hava umboð fyri Wagner "biðið um lóður og útgerð" úr Kina, skrivar blaðið.

Men tíðliga í januar hevði Kina ikki sent vápn, og hevði heldur ikki havt samband við Wagner um vápnasending, stendur í skjalinum, sambært blaðnum.

USA hevur skuldsett Kina fyri at hava ætlanir um at senda Russlandi vápn, men eingi prógv eru um tað.

 

 

 

Hjálpa við tøkni

Men sambært Wall Street Journal, hjálpir Kina í tí dulda Russlandi við tøkni, sum Kreml hevur tørv á í krígnum í Ukraina, hóast altjóða tiltøk og útflutningseftirlit.

Kina og Russland hava seinastu árini, og eftir kríggið, sagt, at tey styrkja fíggjarliga og hernaðarliga samstarvið sínámillum.

Hvørki Kreml ella Beijing hava svarað spurningum frá Financial Times, um upplýsingarnar hjá fregnartænastuni eru sannar, um at Wagner-deildin royndi at útvega sær vápn úr Kina.

Wagner-deildin hevur, sambært skjalinum, kortini megnað at fingið vápn frá tveimum sameindum hjá Russlandi, Hvítarusslandi og Sýria. 

Deildin skal eisini hava samskift við Turkaland um at keypa vápn frá teimum, men Turkaland hevur noktað teimum tað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109