Joe Biden stillar uppaftur

Joe Biden stillar uppaftur
Væntandi fer amerikanski forsetin at boða frá avgerð síni í næstu viku
Verður Joe Biden afturvaldur, verður hann 86 ára gamal, tá valskeiðið endar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
21.04.2023 - 09:08

Amerikanski forsetin, Joe Biden, fer í næstu viku at boða frá, at hann bjóðar seg fram aftur á forsetavalinum næsta ár.

Tað skriva amerikanskir miðlar. 

80 ára gamli Joe Biden hevur fyrr í mánaðinum róð framundir, at hevur ætlanir um at verða afturvaldur, og nú verður hildið, at hetta verður kunngjørt týsdagin í næstu viku.

Ætlanirnar hjá Biden minna nógv um, tá Obama kunngjørdi, at hann stillaði uppaftur í 2011.

Um Joe Biden verður valdur og situr eitt forsetaskeið aftrat, verður hann 82 ára gamal, tá ið hann tekur við, og 86 ár, tá ið forsetaskeiðið er av.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109