- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava ikki álit á eftirlitinum við útlendskum fiskiskipum

Føroyingar hava ikki álit á eftirlitinum við útlendskum fiskiskapi undir Føroyum.
Tað vísir nýggj kanning hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi, sum verður almannakunngjørd í næstum.
Knappliga 27 prosent av føroyingum halda, at eftirlitið við útlendskum fiskiskapi er gott, meðan sløk 47 prosent siga, at eftirlitið ikki er nóg gott.
700 fólk spurd
Spurnakanningin var gjørd undan avdúkingunum hjá DR og øðrum norðurlendskum miðlum um illgrunan um russisk fiskiskip, sum njósna í Norðurlondum.
700 fólk vórðu spurd í kanningini.
Kanningin hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi vísir eisini, at næstan annar hvør føroyingur heldur, at Føroyar eiga at lata havnirnar aftur fyri russiskum skipum, meðan knappliga 35 prosent siga, at tær framhaldandi skulu vera opnar.
Allar havnir í Føroyum
Í Vesturevropa eru fá lond, sum loyva russiskum skipum at leggja at.
Í løtuni kunnu russisk skip koma inn í allar havnir í Føroyum umframt tríggjar havnir í Noregi.